Padel er meira enn bara ítróttur – tað er ein uppliving. Her møtast fólk til rørslu, kapping og hugna í einum skjótum og undirhaldandi spæli.
Hentleikar
Parkering
Vit hava okkara egna parkeingsøkið norðanfyri høllina. Parkeringsskelti er á økinum.
Skiftingarrúm
Vit hava skiftingarrúm við brúsum og øðrum hentleikum fyri bæði kvinnur og menn.
Útgerð
Tú kanst leiga útgerð frá okkum. Vit hava eisini padel kettjarir og aðra padel útgerð til sølu.
Vallaryvirlit
Padelmiðstøðin hevur fimm vøllir av hægstu góðsku – allir panoramavøllir við glasveggjum og professionellum undirlagi.
Hvør vøllur ber navn eftir einum av okkara stuðlum: Atlantic Airways, Smyril Line, Føroya Banki, XL Borg og Búsetur. Í høllini er eisini State Lounge, har tú kanst slappa av áðrenn og eftir dystin.
Vøllirnir kunnu bókast hvør sær ella allir í senn – til dømis til kappingar, venjing ella fyritøkutiltøk.
State Café og State Lounge
State Café
State Café er á niðaru hædd. Har kunnu viðskiftafólk, ið leiga ein vøll nýta hentleikar, ið eru í Caféini.
State Lounge
State Lounge er á ovara hædd. Har kunnu fyritøkur, ið leiga ein vøll nýta hentleikar, ið eru í Loungini.
Heildaruppliving
Padel, drykkivørur og matur til fyritøkur o.a. Eftir nærri avtalu.